Vælkomin

Vælkomin til okkara nýggju síðu har til ber at søkja um fiskiloyvi talgilt. Vit mæla til, at tú skrásetur teg sum brúkara.

Tó er ikki neyðugt at stovna brúkara fyri at søkja um fiskiloyvi í bólki 5. Her fer ein beinleiðis til umsóknina.

 

Umsóknarbløðini fyri 2025 eru nú tøk

 

Avgreiðsla av fiskiloyvum

Vørn avgreiðir nógv fiskiloyvi hvønn dag. Tað er ójavnt, hvussu nógv orka krevst at avgreiða hesi. Í flestu førum eru viðurskiftini greið, men so eru eisini dømi um, at upplýsingar resta í. Tá kann viðgerðin gerast drúgvari og avgreiðslan ganga seinni enn ætlað.

Tí skulu vit boða frá, at umsóknir um fiskiloyvi skulu verða Vørn í hendi, í seinasta lagi hósdag á middegi, um ætlanin er at fáa loyvi útskrivað áðrenn vikuskiftið.

Hetta er galdandi fyri avgreiðslu av øllum fiskiloyvum.

Gjald fyri fiskiloyvi á Torvuni

Tann 12.02.2024 vóru reglurnar fyri at nýta Dankort, Visa/Dankort og Mastercard broyttar. Hetta merkir, at tú frameftir skalt nýta eitt persónligt loyniorð, tá ið tú keypir á netinum. Umframt hetta fært tú eisini SMS-einnýtisloynitalið, sum verður brúkt í dag. Orsøkin til broytingina er at økja um trygdina við keypi á netinum.

Loyniorðið skal stovnast á heimasíðuni hjá Nets: nets.eu/3dsfo

 

Tú skalt brúka Samleikan til at stovna loyniorðið.